Tá milliónir tendra ljós

Tá milliónir tendra ljós,
renna tankar til eitt fjós,
á himli hevur stjørnan bjørt,
til fjósið vísmenn ført.


2. Jólakvøld tá sita mong,
minnast Kristus nýggja kong,
kærleiksboð um land og hav,
hann menniskjunum gav.


3. Náttúran er ísakøld,
hetta vakra jólakvøld,
kavin fýkur um fjallatrom,
bygdin liggur von.


4. Til hirðarnar á markini,
eingil boðar: “Hoyri meg,
heimsins kongur føddur er,
til tykkum frælsi ber”.


5. Í hjørtunum vit siga takk,
nú friðarvón til jarðar rakk,
stjørnan bjørt á himli skein,
foldin skær og rein.


6. Náttúran er ísakøld,
hetta vakra jólakvøld,
kavin fýkur um fjallatrom,
bygdin liggur von.


7. Tá milliónir tendra ljós,
renna tankar til eitt fjós,
á himli hevur stjørnan bjørt,
til fjósið vísmenn ført.


8. Jólakvøld tá sita mong,
minnast Kristus nýggja kong,
kærleiksboð um land og hav,
hann menniskjunum gav.


9. Náttúran er ísakøld,
hetta vakra jólakvøld,
:/: kavin fýkur um fjallatrom,
bygdin liggur von.:/:

Aftur