Tú lítli staður Betlehem

1. Tú lítli staður Betlehem, so stillur liggur tú.
Hátt yvir dreymaleysa svøvn tín stjørnufjøld sæst nú.
Um stræti tíni lýsir tó ævinleikans ljós,
og mannavón og ótti finna saman við eitt fjós.


2. Har frelsarin var føddur, sum í himli høga er,
og nýggja vón til burturvilsta mannaætt nú ber.
Hygg morgunstjørnuskarin ber boð um land og fjørð.
Um himmalkongsins kærleika og frið til menn á jørð.


3. So stillisliga, stillisliga gávur býtast út.
Hann gevur fríð í hjørtuni í staðin fyri sút.
Kann vera ikki hoyrast hans kærleiksfet so fljót,
tá hann fer inn í hjartað tað, sum honum tekur mót.


 

Aftur