Mariusonur Jesus Krist

1. Bíbil sigur undri frá úr fjaru fornu øld
Mariusonur Jesus Krist var borin jólakvøld.


Niðulag:
Hoyrið blíðan einglasong boða hirðafjøld
Mariusonur Jesus Krist var borin jólakvøld
Gleðiboð til jarðar fór úr fjaru stjørnufjøld
Mariusonur Jesus Krist var borin jólakvøld


2. Í Betlehem tað jólakvøld ei fingu innivist,
Jósef og Maria moy, sum skuldi føða krist.


3. At enda funnu tey eitt fjós og har var borin tá,
Dýrdarmikli frelsarin og reivaður í strá.


4. Stjørnan skein á himli blonk til hirðarnar á ong,
Og einglasongur teimum beyð at finna teirra kong.

Aftur