Jól eru kærleiki og vón

Jólini nærkast
Dagarnir styttast
Skjótt liggur landið
Klætt í kavaskrúð
Klokkur ið ringja
Smábørn ið syngja
Tónar ið lívga
Fjálgt um bygd og bý


Hugnin seg breiðir
Gleðast eg og tú
Í okkar hjørtum Kærleikin fær bú


Jól eru kærleiki og vón
Ein tíð til at fjálga og bera gleðiboð.
At geva til onnur av øllum sum er mítt
Eins og kærleikin av himli givin frítt.


Mong sita stúrin
Eina og kúrin
Myrkur vil fjala
Vónin svunnin er
Glóðin tó glógvar
Kærleikin prógvar
Boðskapur mildur
Boð um hetta berð


Lat ljós títt skína
Vinur teirra verð
Úr hjarta tínum kærleik teimum ber.


Jól eru kærleiki og vón
Ein tíð til at fjálga og bera gleðiboð.
At geva til onnur av øllum sum er mítt
Eins og kærleikin av himli givin frítt.
At geva til onnur, eins og givið mær
Eins og kærleikin av himli givin var.

Aftur