Í Gøtu ein dag

1. Í Gøtu ein dag
har hendi eitt undur, ei fyrr var tað sæð:
Tað skramblar sum heglingsæl – luftin var klár –
tað ýlir av stormi – tó ei rørdist hár,
og klettarnir spreingjast, sum snarljós teir traff.
:,: Øll Gøta var paff. :,:


2. Ei undur var í;
Í Tróndargjógv undir borðoyarlíð
lá Tróndur og rembdist, hann spenti so fast,
at Trøllkonufingur í liðinum brast,
og Kellingin datt, hon stóð tó so trygt,
:,: og Risin fekk gikt. :,:


3. Nú vaknaði við
hin gamli í gjónni og royndi eitt stig,
men tungur var bulur og beinini veik,
tó, hvat gjørdi Tróndur, tá mátturin sveik?
Hann gandaði Geyta, í grøvini lá,
:,: so Geyti stóð hjá. :,:


4. Teir heilsaðust so.
Hoyr olmussudýrið, mær tørvar eitt boð.
Eg svav her so leingi, eg sigi tær satt,
eg veit ikki, hvussu í Føroyum er statt.
Um tingið er sterkt og um menn lata skatt,
:,: meg lysti at frætt. :,:


5. Tað gekk so ein tíð,
Og Geyti kom aftur í Borðoyarlíð.
“Jú, nógv er at frætta, teir lesa í bók
um Sigmund og teg og um kalvan, teg tók.
Í gandi hvør maður í Føroyum er nú
:,: nógv betur enn tú. :,:


6. Teir sigla í logn,
teir rógva og hava ei árar í ogn.
Teir tosa úr Gøtu og suður í Vág,
úr Føroyum til Bretlands eitt ílatog lá;
hin “rómarski” pávin lá deyður ein dag –
:,: brátt vistu teir tað. :,:


7. Men fólkið er smátt,
og kvinnurnar detta um miðjuna brátt.
Á høvdinum bera tær fjaðrar og gras,
og eg sá ein mann nýta botn, tá hann las
Á monnum er pannan so høg, at eg sá
:,: hana aftanífrá. :,:


8. Og alt letur skatt,
og mjøður er bannaður – jú, tað er satt.
Tað mesta av jørðini fór undir kong. “ –
Tá suffaði Tróndur: “So aftur í song! –
Men sig, hvat ger tingið. Nú statt ei og bín!”
:,: “Jú teir selja grýn;” :,:


Trónd Olsen


 

Aftur