Santa Mortan

Mær gav Santa Mortan tjúgunda kvøldið jóla


1 fjøður av teim fugl’,ið væl kundi at flúva.


2 gæs,


3 flikki,


4 fár,


5 fæ,


6 dúvur blá, sótu mær íhjá,


7 silvurskálir,


8 gangarar grá, gyltan saðil á,


9 langskip við rá,


10 tunnur bjór, tað var teirra dreingja kór,


11 bukkar, fullu so væl í tokkar,


12 dreingir, bæði við reip og streingir,


13 húðir, strekkja við sínar búðir,


14 ostar, fullu so væl í tostar,


15 svanir, allir vóru trænir,


16 hindir, allar vóru blindar,


17 kjólar, gav hon teim til jóla,


18 stakkar, nú munnu jólini lækka,


19 kvígur, nú munnu jólini líða,


20 stútir, nú eru jólini úti,

Aftur