Brestiskvæði

Árla var um morgunin,
sólin roðar í hav,
Beinir gekk í skálan inn,
sum Brestir sterki svav.


Treðum lættliga dansin!
Dagurin skín so fagurliga,
komið er hægst á summarið.


2. "Statt upp Brestir,
bróðir mín! sól í skorar gyllir,
eingin blæsur vindur á vág,
og sjógvurin er stillur.


3. Lít tær út á Lítlu Dímun,
har hvítir ei við tanga,
aldri fæst ein betri dagur
bjargaseyð at fanga."


4. Tóku bond og bjargalínur,
gyrdu svørð við belti,
gingu so til strandar oman,
dreingir tveir teir eltu.


5. Mælti tað Sigmundur Brestisson,
vetrar var hann níggju:
"Eg skal út á Lítlu Dímun
hin villa veðr at síggja."


6. Svaraði Tórir Beinisson,
á tólvta ári var:
"Faðir, fert tú á Dímun út,
lat meg fylgja tær!"


7. "Hvat skulu tit á Dímun gera,
har eru stíggir trongir,
langir eru teir loftskútar,
og lágir eru tit dreingir."


8. Svaraði Sigmundur Brestisson,
snimma vaks hans hugur:
"Hann, ið alist við øsku inni,
lítið í leikum dugir!"


9. "Satt hann sigur, sonur mín,"
Brestir tók til orða,
"eingin skal hjá ungum alva
bragdarhugin forða."


10. Tóku bát úr tøttum neysti,
rangt var teimum sjógvað,
dreingir settust á rengur niður
og høvdingar at rógva.


11. Løgdu teir at oynni inn,
bátin upp teir drógu,
gingu so í bergið fram,
sum brattar rásir lógu.


12. Fótafimir og klófastir,
óttaðust ei nakað,
lupu lætt um leysar upsir
styggan seyð at taka.


13. Fimm hundrað av áseyði
Lítla Dímun bar,
svart var alt sum kolamógvur,
eyðkent slag tað var.


14. Stygt og kvikt sum villur fuglur,
vártreyst út av lagi.
So er sagt, at hvalbingar,
teir tóku av alt slagið.


15. Tykir mær tað harmiligt
at fara so um fæ;
fyrnsta seyð, í Føroyum var,
meg lysti enn at sæð.


16. Fullvæl dugdu høvdingarnir
vargaseyð at veiða,
gingu so at báti oman,
fongin við sær leiða.


17. Hildu fram at Stóru Dímun,
vildu vinna heim,
síggja trinnar miklar skútur
sigla mótur teim.


18. Albrynjaðar tríggjar tylvtir
taldu teir á førum;
glitra spjót og gyltir hjálmar,
sólin skein á svørðum.


19. Brestir mælir orðum hátt,
gott var í honum evni:
"Fullvæl kenni eg seglini
og gylta drekastevnið.


20. Hoyr tú Beinir, bróðir mín!
hvat ráð skulu vit taka?
Hasir eru garpar teir,
ið okkum ætla at saka.


21. Fyrstur siglir Havgrímur,
og síðan Gøtutróndur;
áðrenn økt at enda er,
elvist leikur óndur.


22. Fyrstur siglir Havgrímur,
og síðstur siglir Bjarni;
áðrenn sól í havið setir,
blóðgast okkurt jarnið.


23. Skjótt so ber teir sjóvarfallið,
lagnan gerst so skeiv,
náddu vit at Rakhellu
og komu upp í Kleiv,


24. komu vit í stíggin upp,
vit kundu hann væl verja,
høgdu niður hetjur tær,
ið tordu á at herja."


25. Svaraði hartil Beinir sterki,
í royndum var hann góður:
"Vit skulu halda at oynni inn,
og taka ein harðan róður.


26. Haldum fram mót næsta nesi!
Kunnu vit landi ná,
ikki skulu teir rósa av,
teir lættan sigur fá!"


27. Hildu teir mót oynni inn,
herskip aftaná;
sóust rógva kappar tveir,
so hvíta mjøll dreiv frá.


28. Armar orna, andlit rodna,
spennast sterkar spengur;
árar bogna, homlur togna,
skúmið dreiv um rengur.


29. Rokið stóð um æsing inn
sum vestanveður hvast,
rendu so at fjørusteini,
at barkabandið brast.


30. Sigmundur og Tórir ungi
vóru ikki seinir,
lupu teir á landið upp,
Brestir og so Beinir.


31. Hildu teir at hellu fram,
sum hamarsklettur var,
lyftu upp so dreingirnar
og settu niður har.


32. "Hoyr tú Beinir, bróðir mín!
her skal stríðið standa,
onkur skal til heljar fara,
áðrenn vit hava andað!


33. Tú skalt taka suðursíðu,
høgt er har at herja;
eg skal standa norðanvið,
har verri er at verja."


34. Havgrímur og Bjarni bóndi
fram mót hamri fara,
Tróndur við sínum fylgisveinum
reikar runt í tara.


35. Roynast vildu reystir dreingir,
skjótt teir atsókn veita,
brøður høgga fast og hvast,
teir renna flógvan sveita.


36. Brøður kundu brandar beita,
kendu væl til leikir;
reyðir gjørdust brynjuringar,
kjálkar gjørdust bleikir.


37. Eldur reyk úr eggjateinum,
stál mót stáli smellir,
fimm so fullu kroppar niður,
heilin støkk um hellur.

Aftur