Føstulávint í byrjanardeildini

Byrjanardeild 27.02.2019

Myndir frá føstulávintsmánadegnum síggjast her.

---

Fastalávintsmánadag, 4. mars, halda vit fastalávint í skúlanum.

Næmingarnir møta vanliga tíð í vanligum klæðum. Tey kunnu hava grýluklæði við. Næmingar skulu hava matpakkar við.

Frá kl. 8.45 til kl. 9.30 kvøða vit í miðhøllini. Foreldur og avvarðandi eru vælkomin við.

Frá kl. 9.30 til 10.00 bjóðar skúlin gestunum ein kaffimunn, meðan næmingarnir eru úti í fríkorter.

Tá næmingarnir hava etið lítla matpakka og skift í grýluklæði, er tunnusláttur á skránni.

Skúladagurin endar kl. 11.50, tá næmingarnir fara í frítíðaransing ella heim.

 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b