4. flokkur nr. 2 í Flogbørn

Miðdeild 27.03.2019

Týsdagin 26. mars 2019 luttóku 4. flokkarnir í Skúlanum í Eysturkommunu í FM-kapping í Flogbørn. Kappingin var í Høllini á Hálsi, har økisvinnararnir frá øllum landinum dystaðust um endaliga meistarheitið. Tilsamans vóru 194 børn úr 8 skúlum við.

Næmingarnir úr Gøtu og Leirvík gjørdust nr. 2, meðan Tofta skúli vann kappingina. Flogbóltssamband Føroya skrivar á heimasíðu síni, at tað var sera javnt millum flokkarnar, og samanumtikið var tað ein sera væleydnað kapping, har allir næmingarnir vóru á vøllinum.

Tað vóru sostatt nøkur væl nøgd og errin børn, ið komu heim aftan á ein deiligan dag við flogbólti.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b