Støddfrøðivika 21.-24. mai

Byrjanardeild 15.05.2019

Frá týsdegnum 21. til fríggjadagin 24. mai verður støddfrøðivika í byrjanardeildini í Leirvík. Yvirskriftin á átakinum er Støddfrøði og rørsla, og næmingarnir sleppa at royna ymiskar støddfrøðiligar hættir í verki. 

Næmingarnir fara at arbeiða í bólkum í fýra ymiskum støddfrøði-verkstovum tveir teir fyrstu tímarnar hesar dagarnar. Bólkarnir verða samansettir soleiðis, at Skúlaspírin og 1. flokkur verða saman, og 2. og 3. flokkur verða saman. 

Børnini mugu verða ílætin eftir veðrinum, tí vit verða nógv úti.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0.a 0.á 1a 2a 3 4a 5a 6a 7a