Náttúruvika

Byrjanardeild 06.06.2019

Hesa vikuna hava náttúrudagar verið í byrjanardeildini í Leirvík. Næmingarnir hava verið nógv úti, plantað og sett eplir niður, ruddað, gingið túrar og kanna djór og plantur.

Eisini hava sera góðir og viðkomandi fyrilestrar verið í miðhøllini. Týsmorgunin hevði landstýriskvinnan í umhvørvismálum, Sirið Stenberg, fyrilestur um náttúru og dálking, og hósmorgunin hevði Sissal Lervig frá IRF fyrilestur um innsavning og niðurbróting av ruski. 

Harumframt var 3. flokkur og vitjaði á brennistøðini, har tey lærdu nógv um skiljing av ruski og sluppu tey eisini at royna kranan og grabbaran.

Allir næmingarnir hava eisini luttikið í einum plast-átaki við slagorðunum: "Eg ruddi 1 plast í náttúruni um dagin."

Fleiri myndir frá vikuni kunnu síggjast her.

 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b