Biografdagur

Miðdeild 15.11.2019

Í gjár høvdu næmingarnir ein eitt sindur øðrvísi dag, tá næmingaráðið skipaði fyri biografdegi. Vanlig skúlagongd var til kl. 11:50, tá filmsýningarnar byrjaðu. Møguleiki var at velja í millum fýra filmar, sum vóru sýndir í hvør sínari skúlastovu. Eins og tá man vanliga fer í biograf, høvdu næmingarnir fingið loyvi henda dagin til at hava okkurt leskiligt við til hetta høvið, og hesin møguleikin varð nýttur til fulnar. Børnini hugnaðu sær og høvdu eina góða løtu saman.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b