Kunning viðvíkjandi viku 12, 13 og 14

Tíðindi 14.03.2020

Nú skúlin er stongdur, arbeiða starvsfólk skúlans heimanífrá, og tað gera næmingarnir eisini, í tann mun tað letur seg gera. Tí fara lærarar at leggja ymiskar uppgávur og lektiur á heimasetningarnar hjá flokkunum. Hetta so at tað ber til at vera heima og kortini fáa nakað fakligt burturúr. 
Vit í leiðsluni fara tí staðiliga at heita á tykkum um at fylgja teimum boðum, ið løgd verða út. Um tit hava spurningar um skúlaviðuskifti og heimaarbeiði, so eru tit vælkomin at ringja til starvsfólkini á skúlanum gerandisdagar millum kl. 10-12. Telefonnummur hjá starvsfólkum skúlans finna tit her á heimasíðuni.  
Samstundis vilja vit eisini heita á tykkum um at kunna flokslæraran, um so er, at onkur í tykkara húski gerst sjúkur av Covid-19, so vit fáa fyrihildið okkum til hetta, um tað gerst neyðugt. 
Um tit hava spurningar um heilsuviðurskifti, so eru tit vælkomin at ringja til heilsufrøðingin, Ingu Símunardóttir á tel. 562375 gerandisdagar millum kl. 10-12.


Vinarliga  

Leiðslan  
Atli F. Johansen, skúlastjóri 730070 
Birgit Frederiksberg, deildarleiðari 730060 
 
 

 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b