Kunning til foreldur

Tíðindi 11.04.2020

Páskafrítíðin er longd eina viku.

Eingin undirvísing verður aftur fyrr enn 20. apríl. 

Tó er neyðansing fyri 0. - 3. fl., um tørvur er á tí 14. - 17. apríl. Í hesum sambandi skulu foreldur, ið hava tørv á ansing, boða frá hjá leiðslu skúlans, nær tey hava tørv á ansing.

20. apríl verður skúlagongdin tikin upp aftur. 0. - 3.fl.  kunnu møta í skúla frá 8:00-12:00 allar skúladagar. Skúlagongdin verður ikki eftir vanligu tímatalvuni, tí vit skulu fylgja heilsufrøðiligu tilmælunum. Tað er ikki møtiskylda hjá hesum næmingum. Teir næmingar, sum ikki koma í skúla, mugu fylgja undirvísingini heima. Frítíðarskúlin letur upp kl. 12 hesar dagar.

Tey, ið ikki ynskja at senda børnini í skúla, kunnu boða flokslæraranum frá. Hesi fáa ein heimasetning frá skúlanum at gera, so leingi skúlin verður skipaður á henda hátt. 

 Gevið gætur:

 Tað er av stórum týdningi fyri fyrireikingarnar í forskúla - 3. flokk, at vit í góðari tíð vita, hvørjir næmingar koma í skúla.

4.fl. - 7.fl. fara framhaldandi at hava heimaundirvísing. 

Landsroyndirnar í 4. og 6. flokki verða fluttar til í september 2020, men verða fyri somu næmingum, sum skuldu farið til landsroynd í vár. Næmingarnir ganga tá í 5. og 7. flokki.

Í døgunum 14. til 17. apríl, fara vit í skúlanum at skipa undirvísingina í tí komandi tíðini. Í hesum sambandi fara vit at heita á tykkum um at fylgja við á heimasíðu skúlans. 

 

Blíðar heilsanir
Atli F. Johansen, skúlastjóri.
Skúlin í Eysturkommunu
Telefon: +298 730070 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b