Til foreldur

Tíðindi 21.04.2020

Vinarliga boðið frá um børnini koma í skúla, ella um tey ikki koma í skúla. Fráboðanin skal vera fyri eina viku ísenn. Fráboðast skal í seinasta lagi mikudagin kl. 10.00 vikuna frammanundan, so undirvísingin kann skipast á besta hátt. Teir næmingar, ið ikki møta í skúla, mugu fáa undirvísing heima og verða bidnir um at fylgja við í vikuætlanini. 
Leiðsla skúlans vil, at næmingarnir ikki møta áðrenn kl. 07.50 um morgunin. 
Næmingarnir verða skipaðir í bólkar, og hava somu bólkarnir eisini fríløtur saman. Tað er ikki vist, at tað altíð verða teir somu lærararnir, sum børnini kenna, ið hava børnini. 
Tilmælið er, at hvør næmingur hevur uml. 4 fermetrar. Borðini verða skipað við mest møguligari frástøðu frá hvørjum øðrum. 
Annars verður skúlagongdin komandi tíðina skipað í tráð við skriv frá Coronaráðgevingini. 
Sí skrivið her
Um tit foreldur hava spurningar um eitthvørt, kunnu tit ringja til flokslæraran hjá tykkara barni.  
 
Blíðar heilsanir 
Atli F. Johansen 
Skúlastjóri 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b