Kunning viðvíkjandi komandi tíð

Tíðindi 06.05.2020

Nú meira ferð er sett á samfelagið, broyta vit eisini mannagongdir í skúlanum. 
Framyvir verður vanlig fráboðanarskilda í skúlanum t.v.s., at foreldur einans boða frá, um børnini ikki koma í skúla. 
Komandi vikurnar fara næmingarnir í 0 – 3 fl. at vera í skúla fra kl. 08-12. 4. flokkur verður í skúla til og við fimta tíma kl. 12.40. 5. flokkur verður í skúla mánadag og mikudag til og við sætta tíma kl. 13.35 og hinar dagarnar til og við fimta tíma kl. 12.40. Hurðarnar lata upp kl. 07.50.
Soleiðis ganga vit inn: 
Skúlaspírin á og 1. flokkarnir ganga inn gjøgnum úthurðarnar við svimjihylin. 
Skúlaspírin a og 2. flokkarnir ganga inn gjøgnum høvuðsinngongina. 
3. flokkarnir ganga inn frá nýggja spæliplássinum  
4. og 5. flokkarnir ganga inn við høvuðsinngongina. 
2. flokkur, sum hevur verið í skúla við Gøtugjógv, fer nú heimaftur til Leirvíkar skúla at vera. So í komandi viku fara 0 - 2. fl. at halda til í Leirvíkar skúla, og 3 - 5. fl. vera við Gøtugjógv.  
Viðvíkjandi koronasmittuni fylgja vit framvegis teimum tilmælum, sum eru komin frá landsins myndugleikum, m.a. viðmælið um sjúkueyðkenni. Hava starvsfólk ella næmingar sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skulu tey ikki fara í skúla. Ein næmingur, sum fær sjúkueyðkenni, meðan hann er í skúla, skal avheintast skjótast gjørligt. Sí greinina niðanfyri, sum eitur “Leiðreglur og kunning nú skúlin byrjar aftur”. 
Nú fleiri flokkar koma í skúla, og vit framhaldandi skulu fylgja tilmælunum, sum krevja fleiri starvsfólk enn vanligt, verður fjarundirvísingin, merkt av hesum og tillagað. 
 Um tit hava eitthvørt, tit ynskja at tosa við lærarar um, eru tit vælkomin at ringja til viðkomandi lærara millum kl. 14.30 - 16.00.

 

Vinarliga

Leiðslan

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b