Felagsforeldrafundur og uppstillingar fundur til skúlastýrið

14.10.2020

Mikudagin 21. oktober kl. 19 skipar skúlastýrið í Skúlanum í Eysturkommunu fyri felags foreldrafundi í miðhøllini í Leirvíkar skúla. Neyðugt er við tilmelding orsaka av koronutilmælunum. Tilmelding er á t-posti sey@skulin.fo ella á skrivstovu skúlans telefon 730080 millum kl. 08.00 – 12.00 gerandisdagar.

Skrá:

Evnið á fundinum er børn og miðlar

Umboð frá Nema kunnar um, hvussu ein ger filtur á telefon/net.

Umboð frá barnaverndartænastuni kunnar um, hvørjar fylgjur kunnu standast av, at børn síggja tilfar, ið ikki er aldurshóskandi.

Skúlastýrið leggur fram ársfrágreiðing fyri skúlaárið 2019/20
 
Kaffi og tíð til spurningar og prát  

-

Eftir foreldrafundin verður uppstillingarfundur til skúlastýrið.

Skrá:

Kunning um valið og høvi at seta spurningar í hesum sambandi.

Høvi verður til at stilla upp valevni og lata inn valevnislistar.

 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b