Fiskitúrur við Draganum

05.11.2020

06. okt. fóru næmingarnir í 6.á saman við lærara, foreldrum, ommum og abbum fiskitúr við Draganum. Veðrið var ikki av tí besta, tá lagt var frá landi, men seinni bleiv tað heilt gott.

Fiskaríið var smáligt ta fyrstu løtuna. Siglt varð millum tvey mið, og at enda royndist hetta heilt væl. Tá túrurin var liðugur, og fiskarnir vórðu taldir upp, vóru teir 129 í tali, og tað var nóg mikið til, at vinna fiskikappingina, sum var ein partur av hesum túri.

2. nov. vórðu foreldur, ommur og abbar boðin við til steypahandan og eina hugnaliga løtu, har Ólavur Sjúrðaberg handaði steypið.

Børnini tosaðu um túrin, og tey hildu, at túrurin var væl eydnaður, og at tey áttu at farið aftur at fiska eina aðru ferð.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b