Børn og miðlar – framløga at taka niður

06.11.2020

Í oktober skipaði skúlastýrið fyri felags foreldrafundi, har evnið á fundinum var børn og miðlar.

Umboð frá Nema kunnaði um, hvussu ein ger filtur á telefon og net, fyri á hendan hátt at verja børnini í mun til at síggja tilfar, sum ikki er aldurshóskandi. Hendan framløga er at finna HER

Harumframt vóru umboð frá barnaverndartænastuni og kunnaðu um, hvørjar fylgjur kunnu standast av, tá ið børn síggja tilfar, ið ikki er aldurshóskandi. Slíkt tilfar kann eitt nú geva barninum eina skeiva fatan av veruleikanum. Dømi um slíkt tilfar kann koma fyri innan spøl, filmar, heimasíður o.a., sum hava eitt hægri aldursmark enn barnsins aldur.

Umboð fyri barnaverndartænastuna vilja fegin koma út til foreldrini í ymsu flokkunum at greiða nærri frá, hvørja ávirkan tað hevur á børn at síggja slíkt tilfar, sum ikki hóskandi til teirra aldur. 

 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b