Børnini velja 2020

09.11.2020

Týsdagin 10. nov. fara næmingarnir í Skúlanum í Eysturkommunu á val.

Í byrjanardeildini verður barnaval, har valevnini eru 8 kendir persónar úr barnabókum. Næmingar í 2. og 3. flokki hava arbeitt við valinum hesar seinastu dagarnar, har valið er tikið fram í undirvísingin - í støddfrøði hava tey havt um hagtøl, í heimstaðarlæru hava tey havt um fólkaræði, og í føroyskum og evning hava tey gjørt plaktir. Tey hava gjørt valplakatir við slagorðum, sum eru hongdar upp í skúlanum. Næmingarnir hava síðan gingið runt og hugt at plakatunum saman lærara og fingið frágreiðing um vallyftini. Í dag verður valfundur í miðhøllini, har 8 næmingar úr 2. og 3. flokki halda røðu vegna hvør sítt valevni.

Í miðdeiddini fara næmingarnir at velja næmingar inn í næmingaráðið. Tey fara at velja 1 valevni úr hvørjum flokki, so tað sita 8 næmingar í næmingaráðnum.

Allir næmingar í skúlanum hava valrætt.

Gott val!

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b