Kunning um jólahald

25.11.2020

Góðu foreldur og avvarðandi!

Í mong áratíggju hevur tað verið siður at bjóða foreldrunum við til jólaframførslur í skúlanum, men í ár verður hetta øðrvísi orsaka av koronu. Vit kunnu ikki hava jólahald, sum vanligt, tí sum øllum kunnugt, so mugu vit halda okkum til tilmælini.

Í ár verða sostatt eingi foreldur boðin við til jólahald í skúlanum. Vit fara tó at hava jólahugna í skúlanum saman við næmingunum, hóast tað ikki verður, sum tað plagar. Hetta frætta tit nærri um seinni.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b