Jól í skúlanum

08.12.2020

Jól í innskúlingini

11. - 17. des. verður jólaevnisvikan. Hesar dagar hava vit verkstøð, sang, søgur o.l. á skránni frá kl. 8.00 – 11.30. Eftir tað verður vanlig tímatalva, tó ikki heilt. Sí annars kunning inni á vikuætlanini. 

18. des. møta vit sum vanligt í skúlanum kl. 8.00. Vit fara til jólagudstænastu í Leirvíkar kirkju. Í ár verður kirkjugongdin vegna koronu uttan foreldur og systkin. Vit fara at hava tvær gudstænastur, tann fyrra verður kl. 10.30 fyri 0. og 2. fl. og tann seinna verður uml. kl. 11.00 fyri 1. og 3. fl. Eftir guðstænastuna fara vit í skúlan, fáa ein jólapakka og ynskja hvørjum øðrum eini gleðilig jól. Skúlaspírin og 2.fl. fara yvir í frítíðarskúlan kl. 11.30, og 1. fl. fer uml. kl. 12.00, tá fær 3. fl. eisini frí. 
 
Jól í miðdeildini

15. og 16. des. frá kl 8.00 til 11.30 eru settir av til floksvirksemi og verkstøð í stovunum. Sí annars kunning inni á vikuætlanini. 
15. og 16. des. Framføra musikskúlanæmingar runt um á skúlanum. Ein árgangur lurtar í senn. 

17. des.  frá kl 08.00 til 11.30 verður flokshugni saman við lærarum. 

18. des. Møta vit kl. 8.30 í Gøtu kirkju. Í ár verður kirkjugongdin vegna koronu uttan foreldur og systkin. Eftir gudstænastuna fara vit í skúlan, fáa ein jólapakka og ynskja hvørjum øðrum eini gleðilig jól. Bussurin koyrir kl. 10.35. 

Lusiagongdin verður í kirkjuni henda morgunin. 
 
 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b