Handaðu kekk til Reyða Kross

04.04.2022

Í dag handaðu næmingar í 6.a í skúlanum í Eysturkommunu ein kekk til hjálpararbeiði hjá Reyða Krossi í Ukraina á 16.238,50 kr. Hesin peningur er úrslit av innsavningartiltakinum, sum flokkurin skipaði fyri, tá tey seldu pitsasniglar, pylsubreyð og toast.

Per Jacobsen frá Reyða Krossi var á skúlanum og tók ímóti kekkinum. Hann greiddi næmingunum frá hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi, og hvar peningurin verður nýttur. Hann takkaði hjartaliga fyri stuðulin hjá næmingunum.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b