Hønan, Nugget

14.06.2022

Sunnudagin 12. juni bleiv 7 ára gamla hønan hjá Rebekku kipt. 
Hønan æt Nugget og hevði tá búð í grannalagnum á Toftanesi síðani várið 2015. 
Nugget var av lítla høsnaslagnum Rhode Island Red og hevur vorpið trúliga øll árini. 
Tvær ferðir hevur hon ligið á eggum og báðar ferðir fingið ungar, sum hon hevur ansað væl. 
Tey síðstu árini hevur onki fólk smakkað eggini frá Nugget, tí hon hevur vorpið burtur og etið øll eggini sjálv. 

Mánadagin 13. juni bleiv Nugget uppskorin í skúlagarðinum. 6.b stóð hjá, lurtaðu, spurdu, eygleiddu og nurtu við. Brotin nakki, kloakk, opna búkin, innvølur, eggbløðrur, blóðsamling við høvuðsæðr, feitt, beinagrind og kjøt. Høvdið bleiv skorið av og tá sást svølgið týðiliga. Høvdið bleiv flett við hugleiðing til skalperingar hjá indiánarum. Oyrnaholur, tunga, nev. At enda bleiv høvdið skorið í helvt, heilin tikin framm og stóra eygað. So hvørt, sum tikið bleiv innan úr hønuni, bleiv tað lagt á eina pappplátu, so tað sást týðiliga. 

Tá ið nærkaðist fríkorterinum, komu fleiri næmingar at hyggja, og í fríkorterinum vóru heilt nógvir næmingar og fleiri lærarar, sum forvitnaðust eftir deyðu hønuni. 

Lítla, fitta Nugget doyði ikki til fánýtist. 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b