32 børn byrjað í Skúlaspíranum

24.08.2022

Hósdagin 18. august var fyrsti skúladagur hjá teimum 32 fittu, nýggju børnunum í Skúlaspíranum. Tey møttu sera spent og væl uppløgd saman við foreldrunum; við flottum og litríkum skúlataskum og nógv í fínari, heimabundnari troyggju.

Í floksstovunum var sálmurin "Gakk tú tryggur" sungin, sum siður er, og børnini fingu okkurt gott at koyra í skúlataskuna, umframt at okkurt søtt og leskiligt var til børn og vaksin.

Á tímatalvurni hjá Skúlaspíranum eru m.a. málmenning, talfatan, handaligt, svimjing og ein útidagur, og hvønn dag er spæliløta á skránni.

Vit gleða okkum til skúlaárið og ynskja nýggju spírunum hjartaliga vælkomnum.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b