Foreldrafundur í yngru deild

10.02.2023

Foreldur knýta bond

Felagsforeldrafundur verður mándagin 13. februar 2023 kl. 19.00 - 21.00 í Leirvíkar skúla, har vit seta á stovn eitt foreldraforum um at knýta bond og skíggjanýtslu í 1., 2. og 3. flokki.

Í einum foreldraforumi er tað upplagt hjá foreldrum at hittast og skifta orð um áskoðanir, rammur og sosialu samveruna í flokkinum.

Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi, leggur fyri.

Fyri at fáa innlit í støðuna og áhugamál hjá næmingunum, hittir hon teir fyrr um dagin.

Børnini hava brúk fyri, at foreldur tosa saman, og tí ynskja vit, at bæði foreldrini luttaka.

Gevið flokslærarunum boð, um tit koma ella ikki.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b