Føroyameistarar í skúlatalvi

01.05.2024

FM-finalurnar í skúlatalvi vóru hildnar í Finsen í Havn. Seks lið høvdu vunnið sær pláss í hvørjari finalukapping umvegis undankappingar á Toftum og við Løgmannabreyt fyri páskir. Í alt 98 lið ella eini 700 næmingar tóku lut í undankappingunum.

 

Í finaluni fyri 5.-8. flokk vóru trý lið, ið trokaðust um fremstu plássini. Tey vóru Eysturkommuna og Løgmannabreyt, sum høvdu vunnið hvør sína undankapping fyri páskir, og so tvífaldu føroyameistararnir av Skúlatrøð. Tá ið Eysturkommuna syfti báðar avbjóðararnar í teimum báðum fyrstu umførunum, tóktist kappingin vera avgjørd, men spenningurin birtist av nýggjum, tá ið eysturoyingar í triðja umfari máttu býta stigini við kollfirðingar. Síðsta umfar gjørdist ein gysari, har hálv og heil stig flugu yvir um borðini í tíðarneyðini, men endin var, at Eysturkommuna helt fast um oddasessin og vann kappingina við 22,5 stigum. Teimum á baki komu Løgmannabreyt við 21,5 stigum og síðan Skúlatrøð við19,5 stigum.

 

Endaliga støðan:

 

1. Eysturkommuna – 22,5 stig
2. Løgmannabreyt – 21,5 stig
3. Skúlatrøð – 19,5 stig
4. Toftir – 11 stig
5. Kollafjørður 2 – 8 stig
6. Kollafjørður 1– 7,5 stig

  

Hjartaliga til lukku við FM-heitunum!

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b