Onkur fær lív, meðan onnur missa tað

08.05.2024

Í góðveðrinum í gjár slaktaðu 6. flokkarnir tveir ung-hanar. Hetta fór fram í skúlagarðinum, samstundis sum fyrstu smáu høsnarungarnir stríddu seg úr eggunum í klekimaskinunum í floksstovunum hjá 6. flokkunum. Vit hava nú eini 15 nýklaktar høsnarungar í klekimaskinunum og tveir stórar hanar í frystiboksini.

Arne, fyrrverandi lærari í Gøtu skúla, kom á vitjan í morgun at hjálpa at fáa lívið av hanunum. Hann er skúvoyingur, so hesir hanarnir blivu "iptir" (hálsurin/krikin brotin). Síðani hjálptust næmingar og lærarar at royta hanarnar, soleiðis at minni fer til spillis, enn tá skrædlað verður. So bleiv kvistað av (bein og vengur skorðin av) og tikið innan úr hanunum. Har sóu vit allan innvøl og blóðsamlingina í krikanum, har hann var brotin. Tað, sum tó vakti mest spenning, var at síggja stóru eistuni (nossini) á unghanunum. At enda blivu hanarnir svidnir, skolaðir og koyrdir í frystarin, har teir liggja og bíða eftir einum góðum degi at blíva gjørdir til matna. Smáu, dúnutu høsnarungarnir fáa nakrar mánaðir at vaksa seg stórar og sterkar, áðrenn flestu hanarnir fáa somu lagnu, sum hesir fingu í gjáramorgunin.
 
 
 
 
 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b