Verkfall
Skúlagongdin í komandi viku / Strike: School next week.
Boðini frá skúlamyndugleikunum í sambandi við íkomna verkfallið eru, at skúlagongdin verður ikki niðurløgd. Tó er álagt leiðsluni at tillaga skúladagarnar soleiðis, at avbjóðingin við manglandi reingerð ikki veksur seg størri enn neyðugt.
Tí verður skúlagongdin frameftir stytt, soleiðis at dagarnir enda kl. 11.30. Hetta er galdandi so leingi, sum onnur boð ikki verða givin.
Leiðslan er í løtuni í samskifti við m.a. heilsumyndugleikar fyri at fáa vegleiðing um, hvussu vit á bestan hátt kunnu fylgja boðunum frá skúlamyndugleikunum.
Bussleiðin
Um broytingar eru á bussleiðini, so verður kunnað um tað á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.
Frítíðarheimið
Vegna verkfallið er Frítíðarheimið stongt!
Vit harmast um hesa óvissu, sum vit eru komin í.
Heitt verður á heimini um at fylgja við her á síðuni teir næstu dagarnar.
In English
Due to strike the school-situation is unclear at the moment. As it stands school will be on Tuesday but only until 11.30. Info about possible changes in the bus service will be on Eysturkommuna's webpage eysturkommuna.fo.
Frítíðarheimið is closed due to strike
If there are any changes the information will be shown here on the webpage or given by the classteacher.