Finnur Fríði sum skúlaskip

27.08.2024

Í gjár og í dag hevur miðdeildin verið úti og siglt við snotiliga Finni Fríða. Arni og fleiri av manningini tóku væl ímóti næmingunum saman við kokkinum, ið bjóðaði reyðar pylsur og breyð, ís, bomm og sunnkist í messuni, og so varð loyst frá landi.  
Manningin vísti runt á skipinum, og vitjaðu næmingarnir brúnna, har børn sum vaksin royndu seg sum skiparar, og stýrdu skútuni. Eisini royndu tey floytuna umborð, ímeðan siglt varð millum Kollafjørð og Morskranes. Eisini varð vitjað m.a. niðri í maskinrúminum og í fitness-rúminum. Næmingarnir vóru samdir um at hetta var ein góður túrur og tey høvdu ongan skund at koma í land aftur, og tosaðu fleiri teirra um at fara at royna sjólívið, tá tey verða eldri :)  

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b