Atferðarreglur við Eysturleiðini
29.08.2024
Í innskúlingini varð kunnað um bussleiðina til morgunsangin, mikumorgunin. Allir næmingar hava fingið faldara við heim, har atferðarreglurnar við Eysturleiðini vóru gjøgnumgingnar.
Vónandi vilja vit øll standa saman um at fáa hesa tænastu so góða sum yvirhøvur til ber og hava virðing hvør fyri øðrum, tí øll hava rætt til ein róligan og góðan túr til og frá skúla!