Altjóða lesidagur

09.09.2024

Í gjár, 8.september var altjóða lesidagur.
Tann 17. november í 1965 samtykti UNESCO, sum er stovur undir ST, at gera 8. september til altjóða lesidag. Dagurin varð fyrstu ferð hildin í 1966. Lesdagurin verður hildin um allan heimin fyri at varpa ljós á tann stóra týdningin, sum lesiførleikin hevur bæði fyri tann einstaka, felagsskapir og samfelagið sum heild.
Í Føroyum leggja vit dent á at læra børnini at lesa og at lesa alt lívið. Í øðrum pørtum av heiminum verður dagurin hildin til tess at varpa ljós á ógvusligu trupulleikarnar við analfabetismu og væntandi møguleikum fyri útbúgving. UNESCO metir, at kring heimin eru minst 773 milliónir børn og vaksin, sum er nærum 10% av heimsins íbúgvum, sum ikki kunnu ogna sær nøktandi lesiførleikar.

Í innskúlingini varpaðu vit ljós á lesidagin við eini felags søguløtu, har Tóra las upp fyri næmingunum. Aftaná varð tosað um, hvar vit kundu síggja tey fýra virðini, í Betri Vinum, aftur í søguni. Tey fýra virðini eru tolsemi, virðing, dirvi og umsorgan.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b