Felagsforeldrafundur og uppstillingarfundur til skúlastýrið 2. okt. 2024
Skúlastýrið í Skúlanum í Eysturkommunu bjóðar til felags foreldrafund í miðhøllini í skúlanum í Leirvík, mikukvøldið 2. oktober 2024, kl. 19.00.
Skúlastýrið leggur fram ársfrágreiðing fyri skúlaárið 2023/2024
Skapandi orð
Ann Hermansdóttir, studentaprestur, fer at halda ein stuttan fyrilestur við heitinum “Skapandi orð”. Um fyrilesturin sigur Ann Hermansdóttir m.a. soleiðis:
“Okkara orð hava týdning. Tey skapa. Vit kenna tað væl, at tað ger nakað við okkum, tá ið vit fáa at vita, at fólk eru góð við okkum. At tað er tørvur á okkum. At vit gera ein mun. Men tað ger eisini nakað við okkum at fáa at vita, at vit ongantíð gera nakað nóg gott. At vit larma. At vit órógva. At vit ikki duga. Foreldur hava ein stóran leiklut í lívinum hjá okkara børnum. Vit hava ávirkan, eisini við tí, sum vit ikki siga”.
Eftir foreldrafundin verður uppstillingarfundur til skúlastýrið.
Kunning um valið og høvi at seta spurningar í hesum sambandi.
Høvi verður eisini til at stilla upp valevni og lata inn valevnislistar.
Skúlastýrið bjóðar eisini ein drekkamun og okkurt søtt afturvið.