Altjóða læraradagur

05.10.2024

Í DAG ER ALTJÓÐA LÆRARADAGUR. Vit undirvísa, so at næmingarnir búnast at taka ábyrgd av sær sjálvum, næstanum og heiminum. Lærarar hava stóra ábyrgd og eina týdningarmikla uppgávu. Vit mugu standa saman um, at børn og ung verða væl útbúgvin til komandi tíðir – her heima og kring heimin.
At verða undirvíst/ur av einum útbúnum lærara er treytin fyri dygdargóðari útbúgving.

Í tí sambandi varð skipað fyri hugnaligari løtu, í Skúlanum í Leirvík og í Gøtu, har skúlastýrið saman við næmingum heiðraðu starvsfólkunum, ið arbeiða í Skúlanum í Eysturkommunu.

Stóra tøkk til Skúlastýrið, næmingar og foreldur, ið gjørdu løtuna so serliga hjá starvsfólkunum.


Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b