Fjølmentanarvika og FM
01.11.2024
Í sambandi við fjølmentanarvikuna vitjaði Geza við FM steypinum hjá Víkingi. Felagsmynd varð tikin saman við Geza og steypinum, Víkinga-sangir vóru sungnir og Geza greiddi frá, at hann sum smádrongur flutti úr Ungarn til Føroyar at búgva og um hvat skal til fyri at blíva ein góður fótbóltsspælari.
Til morgunsangin greiddu næmingar úr 1.a frá um Cambodja og Rumenia, og lærdu okkum at telja á málunum. Flokkar hava havt vitjan av foreldrum, sum hava greitt frá um teirra heimland, og í komandi viku, fara vit at hoyra meir um onnur lond, har næmingar á skúlanum hjá okkum koma frá.