Skúlaval útskrivað í Skúlanum í Leirvík

08.11.2024

Rættur valhýrur er millum næmingarnar í Skúlanum í Leirvík, sum hava stillað fleiri kend andlit upp til skúlavalið. Hesi andlit eru kend úr barnabókum.

Vallyftini eru fjølbroytt, tey snúgva seg m.a. um kantinu á skúlanum, sandkassa, nýggjar vallir, rennibreyt, net til kurvabólt, trampolinir, heingikoyggjur, spæliløtur og størri skúlapláss. Eisini er nógv gjørt burturúr at arbeiðast skal meir við Betri Vinir tiltakinum.
Mánadagin 11. november fara næmingarnir á val eins og tey vaksnu fara á val, 12. november. Valkort eru gjørd, kassin til atkvøðurnar stendur klárur og valstaðið er gjørt klárt at taka ímóti spentu næmingunum. Valið staðið er opið frá kl. 08.15 til kl. 12, tá valstaðið letur aftur. Atkvøðuseðil fæst á valstaðnum, og valrætt hava øll, sum ganga í 0.-3. flokki í Skúlanum í Leirvík. 

Valplakatir eru hongdar upp runt á Skúlanum í Leirvík, og spennandi verður hvør fært flest stemmur. 

Endamálið við skúlavalinum er at læra børnini um demokratisku tilgongdirnar á ein stuttligan hátt, samstundis sum ljós verður varpað á barnabókmentir.

Valnevndin hevur fyrireikað alt væl og vónar, at luttøkan verður góð, av tí at hetta er ein fortreyt fyri eitt umboðandi valúrslit.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b