Brandroynd í kavaveðrinum

20.11.2024

Í morgun, kl. 09.15, varð skipað fyri brandroynd í Skúlanum í Leirvík. Umboð frá sløkkiliðnum vóru møtt at eygleiða venjingina, og at eftirmeta venjingina saman við starvsfólkunum, aftaná at venjingin varð gjørd. Somuleiðis var borgarstjórin eisini møttur at eygleiða venjingina.

Ein evakueringsætlan er gjørd, sum vit vandu í dag, fyri at síggja um okkurt manglar ella skal gerast annarleiðis. Í stuttum er mannagongdin tann, at tá klokkan ringir, so fylgja starvsfólk og næmingar eini ætlan, har skúlin verður evakueraður. Næmingarnar verða fylgdir niðan á ovara vøll, har tey hava føst savningsstøð.
Har varð kannað, um allir næmingarnir vóru har. Fyrra royndin at evakuera næmingarnar úr skúlanum tók góðar 5 minuttir, frá klokkan ringdi, til allari næmingar og starvsfólk vóru savnað á samlingsstaðnum á ovara vølli, og til tað varð staðfest, at øll vóru komin út úr skúlanum. 
Seinna royndin var gjørd í fríkorterinum, tá næmingarnir vóru úti og spældu í kavanum. Nøkur skreiddu, onnur vóru farin at lata seg í kavadrakt o.s.fr. Frá klokkan ringdi, til næmingar og starvsfólk vóru savnað á samlingsstaðnum á ovara vølli og manntal var gjørt, tók góðar 3 minuttir.
Samanlagt kann sigast, at royndin eydnaðist sera væl. Næmingarnir vóru sera raskir undir allari brandroyndini.

Endamálið við brandroyndini er at venja næmingar og starvsfólk við eina støðu, sum kundi verið lík einari vandastøðu. Tit frætta nærri, tá tílík venjing verður aftur.

Vinarliga tosið við børnini heima um brandvenjingina, sum vit gjørdu í dag.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b