Jólahaldið í miðdeildini
11.12.2024
Mánadagin vóru ommur og abbar og foreldur boðin til eina hugnaliga jólaløtu í skúlanum við Gøtugjógv, har næmingarnir sungu, framførdu jólaleik og gingu lucia.
Næmingarnir hava hugagóðir vant seinastu tíðina fram ímóti hesum, og nú vóru tey alspent at framføra. Tá framførslurnar vóru lidnar varð bjóðað til ein drekkamunn við jólasmákøkum, sum næmingar og lærarar høvdu bakað til løtuna. Her eru myndir frá framførslunum.