Trivnaðarkanning í forskúlanum 1., 2 og 3. flokki

30.01.2025

Góðu foreldur

Sum tit áður eru kunnað um, er Skúlin í Leirvík partur av Betri vinir verkætlanini. Aðrir skúlar luttaka eisini og verkætlanin verður framd í samstarvi við Barnabata, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Undirvísingarstýrið og Nám.

Hetta merkir, at starvsfólkini hava verið á skeiði, har tey hava lært at brúka tilfar og skipa fyri ymiskum virksemi, sum hevur til endamáls at skapa góða og trygga floksmentan fyri allar næmingar.

Í hesum sambandi fara vit vit at gera ein kanning av trivnaðinum hjá næmingunum í grunddeild, tað er forskúli, 1., 2. og 3. flokkur. Endamálið við kanningini er at fáa upplýsingar frá næmingunum um, hvussu tey trívast í skúlanum, bæði fakliga og sosialt, so at vit kunnu staðfesta verandi støðu og fylgja við gongdini. Soleiðis kunnu vit  brúka tað í okkara víðari arbeiði við Betri vinum og síggja, hvussu verkætlanin eydnast og roynist.

Kanningin er ein spurnakanning við 20 spurningum um teirra skúladag, til dømis um hvussu tey trívast í skúlanum, og hvussu teimum dámar fríkorterini og tímarnar. Næmingarnir verða navnleysir og skulu tí ikki upplýsa navn ella flokk. Hetta fyri at tryggja, at ongin einstakur næmingur kann “kennast aftur”. Starvsfólk í skúlanum verða inni í flokkinum, meðan spurningarnir verða lisnir fyri børnunum, so at børnini fara at kenna seg trygg og eru saman við góðum og kendum fólki.

Kanningin verður framd, mikudagin 5. februar. Vit fara at greiða næmingunum frá endamálinum við kanningini, hvussu hon fer at fara fram, umframt at hon er sjálvboðin. Vit vóna, at tit lata barn tykkara luttaka, soleiðis at vit fáa so góða mynd av samlaðu støðuni í grunddeild sum møguligt. Um tit ikki ynskja at barn tykkara skal luttaka í kanningini, kunnu tit geva varaskúlastjóranum boð um hetta í seinasta lagi 03.02.2025 antin við at senda teldupost ella sms. So skipa vit tað soleiðis, at tykkara barn sleppur at gera okkurt annað, tá kanningin fer fram.

Hava tit spurningar ella ivamál, eru tit vælkomin at venda tykkum til mín.

Blíðar heilsur

Annika K. Joensen, varaskúlastjóri, tlf. 730060, teldupostur: aj1008g6@skulin.fo

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b