Felagsføðingardagur í miðdeildini

11.02.2025

Í dag, týsdag 11. februar, hildu vit felagsføðingardag í miðdeildini. Tað er næmingaráðið, sum skipar dagin. Dagurin byrjaði við morgunsangi, og aftan á morgunsangin var ein sangløta á skránni, síðan varð skipað fyri ymiskum spølum. Eftir tað fingu vit vitjan av Niklas Hera, sum hevði ein framúr góðan og viðkomandi fyrilestur fyri næmingum og lærarum. Í fyrilestrinum kom hann inn á, hvussu ymisk vit menniskju eru, og hvussu stóran týdning tað hevur, at vit virða hvønn annan, hóast vit ikki altíð skilja hvønn annan. Vit skulu virða ymiskleikan. Myndir eru her

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b