Væleydnað brandroynd

18.03.2025

Í morgun kl. 10 varð brandroynd gjørd á Skúlanum í Leirvík. Kl. 10.00 varð ringt 112, og skúlin varð skjótt evakueraður.

Sløkkiliðið kom skjótt á staðið við góðari manning og tveimum sløkkiliðsbilum. Vatnposturin norðanfyri skúlan bleiv brúktur í sambandi við royndina. Politi og sjúkrabilur vóru eisini á staðnum, og aftaná varð ein stutt kunning fyri børnunum í miðhøllini, har tikið varð samanum saman við sløkkilinum, portørunum og løgreglumanninum.

Síðani varð farið út í skúlagarðin, har øll fingu franskan hotdog og sunkist.

 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b