Býráðið hevur samtykt at fara undir at útbyggja skúlan í Leirvík
27.03.2025
Á býráðsfundi í gjár, samtykti býráðið at fara undir at útbyggja skúlan í Leirvík. Samtykt var at taka av tilboði frá byggifelagnum Kanjon uppá 64,5 milliónir, um at út- og umbyggja skúlan í Leirvík.
Verkætlanin fevnir um niðurtøku av trimum bygningum. Í teirra stað verður ein nýggjur bygningur reistur og útiøkið rundan um verður tillagað.
Nýggi bygningurin er umleið 2000 fermetrar og fer at hýsa skúlastovum, tónleikastovu, mið- og ítróttarhøll við tveimum badmintonbanum, bókasavni, umklæðingarrúmum og læraraumhvørvi við fyrireikingarhølum. Byggitíðin er mett til 2,5 ár.
Samlaða kostnaðarmetingin fyri verkætlanina er 95 milliónir krónur, og tað er størsta íløga, sum Eysturkommuna hevur gjørt higartil.