Skúlatelving

30.03.2025

UNDANKAPPING 3 & 4
Undankappingarnar í norður-eystur økinum vóru telvaðar í Fuglafirði mikudagin og hósdagin. Úrslitini gjørdust hesi:
3.-4. flokkur:
1. Skála 1 (24,5 stig)
2. Glyvrar (20)
3. Fuglafjørður 1 (19,5)
4. Keldan (19,5)
5. Skála 2 (17,5)
6. Eysturkommuna 6 (17,5)
.....
Í alt 16 lið úr 7 skúlum.
Spenningurin var stórur um 3. plássið, tí Fuglafjørður 1 og Keldan endaðu jøvn í bæði borðstigum og dystarstigum. Innanhýsis dysturin í 2. umfari endaði somuleiðis við javnleiki, og tí mátti umdystur til fyri at skilja liðini. Her vóru tað fuglfirðingar, sum drógu longra stráið og vunnu 4-2.
5.-8. flokkur:
1. Fuglafjørður 1 (22,5 stig)
2. Eysturkommuna 5 (21,5)
3. Glyvrar (17,5)
4. Eysturkommuna 3 (16,5)
5. Fuglafjørður 3 (16,5)
.....
Í alt 14 lið úr 5 skúlum.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b