Vitjan av hjálparfelagsskapinum Mirjam

28.04.2025

 

Í februar mánaði í ár fóru átta føroyingar til Kenya við Hjálparfelagsskapinum Mirjam at gera hjálpararbeiði og at vitja tveir skúlar. Semina Heimdal, sum arbeiðir í skúlanum við Gøtugjógv, var við. Fyrr í ár høvdu vit eitt tiltak, har peningur varð savnur inn til hetta arbeiðið. Í dag fingu vit vitjan av Hildu Viderø og Kristu Hvannastein, sum eisini vóru við á túrinum, tær komu at siga okkum frá túrinum, og greiddu tær okkum frá, hvat peningurin, vit stuðlaðu við, varð brúktur til. So sera áhugavert og kveikjandi hjá okkum øllum at hoyra um tílíkt arbeiði.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b