Felagstúrur til sandin í Syðrugøtu – Mikudagin 14. mai

13.05.2025

 

Góðu foreldur og næmingar í 4., 5. og 6. flokki.

Mikudagin hava vit vanliga undirvísing tveir teir fyrstu tímarnar, síðan fara vit ein felagstúr yvir á sandin í Syðrugøtu at njóta tað góða veðrið. Vit fara yvir á sandin kl. 9.30 og fara heim við bussinum kl. 12.30.

Í staðin fyri matpakka skulu næmingarnir hava 30 kr. við. Vit fara at grilla pylsur og pylsubreyð. Drekka skulu tey hava við sjálvi – ein dunk við vatni ella saft.

 

At hava við:

· 30 kr.

· Dunk við vatni ella saft

· Skúlatasku

· Skiftiklæðir

· Handklæði

· Tað góða lagið

 

Vit gleða okkum til ein hugnaligan og gevandi dag saman!

 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b