Broytingar í ferðsluni rundan um Skúlan í Leirvík
26.05.2025
Kunning til foreldur
Frá og við týsdegnum 27. mai verður nýggja inngongdin í Skúlanum í Leirvík staðsett á suður/eystursíðuni (uppi við svimjihylin). Vit heita tí á øll foreldur um at seta børnini av við hesa inngongdina framyvir.
Økið niðanfyri skúlan er arbeiðsøki, tískil er vegurin frá Lávusarhúsi og niðan til fimleikarhøllina stongdur fyri ferðslu.
Vit takka fyri tykkara hjálp og samstarv.
Vinarliga
Unn S. Perdomo
Tekniskur leiðari
Tel +298 73 00 00
Tel +298 73 00 13
www.eysturkommuna.fo