Ársins fótbóltsbrak á Gerðismørk – ein uppgerð, ið kundi komið í søgubøkurnar!
⚽ Grimsby-leikari er komin heim at sparka søguliga dystin á Gerðismørk.
Eftir langa bíðitíð varð ársins dystur endiliga leiktur á Gerðismørk. Við eina stríðsvilja, ið hevði fingið sjálvan Atla Gregersen at nikka við undran, stóð Geza Turi – ið er heimkomin úr Grimsby – fremst í bardaganum fyri starvsfólkini, nú Jensa Olsen ikki kundi vera við. Við sínum evnum og taktikki var hann ætlaður at tryggja sigurin, nú stórdystirnir ímóti 2. og 3. flokki skuldu avgerast! Hetta er fyrsta ferð at 2. flokkur spælir endadyst í Leirvík, men av tí at skúlin verður brotin niður ein av komandi døgunum, takkar 2. flokkur nú fyri seg, og fer yvir um fjall at ganga í skúla.
Málmansbrandur í Reynatrøðar-búnanum
Starvsfólkini høvdu fyrireikað seg sum sannir meistarar, og málmaðurin stóð sum ein óvinnandi brandur – ja, í ongum minni enn Bárður á Reynatrøðar málmanstroyggju! Skotini dundu inn, men nærum ongin fekk bóltin framvið hesum stálsetta verju!
Gult kort á lofti fleiri ferðir!
Tað var ein sannur heiður at hava Petur Reinert sum dómara, og hann hevði nóg mikið at gera. Við snarsinni og strangum eyga noyddist hann at hava gula kortið á lofti nakrar ferðir.
Varaleiðarin við liðskiparabandinum
Eingin uppgerð er fullkomin uttan ein skipara á vøllinum, og varaleiðarin tók leiklut sín í álvara. Við liðskiparabandinum á arminum setti hon dám á dystin, við góðari hjálp frá Elisabeth skipaði hon lið sítt við fastari hond og tryggjaði, at taktikkurin var í topp ;)
Við spennandi uppgerðum, ótrúligum bjargingum og skemtiligum løtum er ársins dystur á Gerðismørk nú farin í fótbóltssøgubøkurnar – men hvør vann? Tað fær lesarin gitað sær til!