Um ferðslu og atkomuviðurskifti í Skúlanum í Leirvík
12.08.2025
Kunningarskriv til foreldur
Eysturkommuna vil við hesum kunna um, at parkering einans er loyvd á verandi parkeringsplássinum við skúlan.
Møguligt er at seta børn av á vegnum omanfyri skúlan, men parkering er ikki loyvd á hesum staði.
Parkeringsplássið við Giljagarð kann einans nýtast av starvsfólkum, sum hava sína dagligu arbeiðsleið har.
Bussurin kemur at steðga á Garðsvegnum, og trygg gonguleið er gjørd frá steðgistaðnum og yvir til skúlan.
Vit heita á øll foreldur um at fylgja hesum ásetingum, soleiðis at vit í felag kunnu tryggja bæði trygd og smidliga ferðslu í og kring skúlan.
Inntil nýggja farleiðin er klár, steðgar bussurin á Sporamørk, við gøtuna, sum gongur oman til skúlan.
Vinarliga