Ókeypis fyrilestur við Rikke Yde Tordrup

26.08.2025

Ókeypis fyrilestur við Rikke Yde Tordrup verður í Mentanarhúsinum 23. sept. kl. 19 - 21.

Í fyrilestrinum lýsir Rikke Yde Tordrup seg sjálva sum bersøgið foreldur og við dømum úr gerandisdegnum, greiðir hon á ein stuttligan hátt frá, hvussu hon er í vanda fyri at menna børn, sum halda gang og ikki lurta í flokkinum og sum heild gera sítt til nútímans mistrivnað í flokkinum.

Mistrivnaður í dagstovninum ella flokkinum skal loysast av dagstovninum/skúlanum og foreldrunum í felagsskapi. Mistrivnaðurin kann til dømis vera ófriður í dagstovninum//flokkinum, trupulleikar við at stýra flokkinum, nógvar neiligar afturmeldingar í gerandisdegnum, nógvar ósemjur, børn, sum vilja stýra øðrum børnum og námsfrøðingum/lærarum, børn, sum ikki vilja taka lut í felagsvirksemi og so framvegis.

Hvussu sleppa vit undan, at dagstovnur/skúli og frítíðarskúli fara at stríðast um, hvør hevur ábyrgdina av mistrivnaði í dagstovninum/flokkinum?

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b