Altjóða lesidagur 8. septembur

05.09.2025

Í 1965 útnevndi ST 8. september at vera Altjóða lesidag, og dagurin varð fyrstu ferð hildin í 1966. Endamálið við degnum er at varpa ljós á týdningin, ið lesing hevur – bæði fyri okkum sum einstaklingar, fyri felagsskapin okkara millum og fyri samfelagið sum heild.

Eisini í Eysturkommunu varpa vit ljós á lesidagin, í innskúlingini og miðdeildini, við upplestri, felags lesiløtu og framløgu um lesing.

Kanningar vísa, at upplestrarstundir hava stóran týdning. Tað at lesa fyri børnum styrkir teirra málsligu menning og lesifatan. Ein av størstu avbjóðingunum í dag er orðatilfeingi – børn duga ofta at lesa, men hava trupult við at skilja orðini í tekstinum. Hetta ger tað torført at fáa samanhang í tí, sum verður lisið.

Við slíkum tiltøkum vilja vit skapa gleði og áhuga fyri lesing og samstundis stuðla undir týdningarmikla menning hjá børnunum.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b